Formansskapurin vitjar skotska tingið

13.09.2023

Formansskapurin vitjar í hesum døgum í skotska tinginum.

Á ferðini hittir formansskapurin skotska formansskapin og hevur fundir við tingfólk og embætisfólk í skotska tinginum. Serliga ynskir formansskapurin at fáa kunning um opinleika og demokratiska luttøku í skotsku skipanini.

Týsdagin helt tingforkvinnan eina framløgu i skotska tinginum fyri tinglimum og øðrum um Løgtingið – søgu og virksemið í dag, og politisku skipanina í Føroyum.

Skotska tingið varð tikið av í 1707 men endurstovnað í 1999 eftir ynski frá skotska fólkinum. Tingið byggir á grundreglur um atkomu og luttøku, javnsettar møguleikar, álit og valdsbýti. Tingfólkini, ið eru 129 í tali, eru vald úr øllum Skotlandi, og tey viðgera mál á yvirtiknum málsøkjum.

Úr skránni kann millum annað nevnast kunning um virksemið í skotska tinginum, framløga um demokratisk tiltøk og fundir við eitt nú David McGill, stjóra í skotska tinginum, Bill Ward, leiðara fyri samskiftisdeildina, Tracey White, leiðara fyri lógardeildina og Mark McMillan, leiðara fyri teknmálssamskiftisdeildina.

Hósmorgunin hittir formansskapurin Christina McKelvie, Minister for Culture, Europe and International Development til ein óformiligan fund, innan leiðin gongur heimaftur.