Uttanlandsnevnd
22.09.2021

Føroyanevndin á vitjan í Løgtinginum

Í sambandi við vitjan hjá Føroyanevnd Fólkatingsins í Føroyum nýtti nevndin høvi at vitja Uttanlandsnevnd Løgtingsins.

Á fundinum vóru mál av felags áhuga umrødd. Millum annað varð tosað um verjupolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis, viðurskiftini millum Føroyar og ES og viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum annars.