
Føroyanevndin á vitjan í Løgtinginum
Í sambandi við vitjan hjá Føroyanevnd Fólkatingsins í Føroyum nýtti nevndin høvi at vitja Uttanlandsnevnd Løgtingsins.
Á fundinum vóru mál av felags áhuga umrødd.
Millum annað varð tosað um verjupolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis, viðurskiftini millum Føroyar og ES og viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum annars.