Norsk Verju
28.02.2025

FØROYAR OG TRYGDIN Í HEIMINUM

Nú valdsjavnvágin í heiminum broytist við rúkandi ferð, og heimsins leiðarar hittast at tosa um trygd, økta vápnadubbing og hvussu heimsfriðurin best kann tryggjast, vórðu tingfólk hósdagin 27. februar boðin at luttaka á tiltaki, har  fokus varð sett á støðu Føroya í Norðuratlantshavi og sum eitt land, mitt ímillum stórveldi, ið stríðast um heimsræðið.

Hvar Føroyar eru í øllum hesum? Hvussu sær trygdar- og verjupolitikkur okkara út í skjótt umbroytiliga heiminum, og hvussu kunnu vit best fyrihalda okkum til vitanina frá fregnartænastum um møguligar hóttanir og til broyttu geopolitisku støðuna? Ætlanin við degnum var at geva tingfólki møguleika at hoyra metingar frá serfrøði á økinum, og at umrøða støðuna.

Løgtingsforkvinnan byrjaði dagin, og síðani vóru framløgurnar “Føroyar í einum umbroytiligum heimi” við Høgni Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum, “Trygdarstøðan í heiminum” við umboði fyri leiðsluna í Forsvarets Efterretningstjeneste, “Trygd í norðuratlantshavi” við Per Erik Solli, senior verjugreinari, Norsk Utenrikspolitisk Institut (NUPI) og seinasta framløgan var “Høvuðstættir í føroyskum trygdarpolitikki, og hvussu arbeitt verður við trygdar- og verjumálum” við Sveini Magnason frá Uttanríkisráðnum. Tingfólk høvdu høvi at spyrja og viðmerkja. 

 

Myndin: Høgni Hoydal, landstýrismaður, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Per Erik Solli, verjugreinari NUPI.