Image00031
Mynd: Bjørg Brynhildardóttir Egholm, limur í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, stjóri Norðurlandaráðsins og Sunnvá Dahl Høgfeldt, limur í Norðurlandaráðnum.
12.06.2026

Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum á vitjan í Keypmannahavn

Nýggju føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, hava í vikuni vitjað høvuðssætið hjá Norðurlandaráðnum, sum liggur í Keypmannahavn.

Vitjanin var løgd soleiðis til rættis, at limirnir fingu so breitt og gott innlit sum gjørligt í, hvat Norðurlandaráðið er, og hvussu arbeitt verður í ráðnum. Stjóri Norðurlandaráðsins, Kristina Háfoss, greiddi yvirskipað frá arbeiðinum í Norðurlandaráðnum, og síðani vóru nógv ymisk inni á fundinum og greiddu frá. Eitt nú greiddu skrivararnir í teimum ymsu nevndunum í Norðurlandaráðnum frá, hvussu arbeitt verður.

Eisini vóru aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Karen Ellemann, og starvsfólk í Nordisk Kulturfond inni og greiddu frá sínum virksemi.

Umframt hetta vitjaðu limirnir Fólkatingið, har tær hittu umboð frá sekretariatinum hjá donsku sendinevndini til Norðurlandaráðið og Annu Falkenberg, annað av føroysku umboðunum á Fólkatingi.

Eisini nýttu limirnir høvið at vitja Norðuratlantsbryggjuna – føroyska, grønlendska og íslendska mentanarhúsið í Keypmannahavn – eins og vitjað varð á føroysku sendistovuni.


Mynd: Josva Debes, skrivari, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, limur í Norðurlandaráðnum, Sunnvá Dahl Høgfeldt, limur í Norðurlandaráðnum, Gunnnar Holm-Jacobsen, sendiharri Føroya í Keypmannahavn og Ninna Vatnhamar, fulltrúi á føroysku sendistovuni í Keypmannavn.  

Sunnvá Dahl Høgfeldt er limur í Mittengruppen og partur av formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Bjørg Brynhildardóttir Egholm er limur í bólkinum Nordisk Grøn Venstre og limur í Mentanarnevndini í Norðurlandaráðnum. 

Bæði føroysku umboðini fara í summar at luttaka á summarfundi hjá ávikavist, formansskapinum í Nuuk í døgunum 21. - 23. juni og á summarfundi hjá Mentanarnevndini í Skagen í døgunum 21. - 24. juni.