Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum hitt forseta og varaforseta Norðurlandaráðsins
Í hesum døgum hava Ville Väyrynen og Kim Berg – ávikavist forseti og varaforseti Norðurlandaráðsins – verið á vitjan í Føroyum. Teir hava luttikið á evnisráðstevnuni hjá Útnorðurráðnum, og ynskið var eisini at hitta føroysku limirnar í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Høgna Hoydal.
Arbeiðið við at dagføra norðurlendsku grundlógina, Helsingforsavtaluna, er væl ávegis, og fundurin varð m.a. brúktur uppá at umrøða gongdina inntil víðari, og hvønn týdning dagføringin hevur fyri Føroyar.
Eitt, sum hevur verið tosað nógv um í norðurlendskum høpi er, hvussu tær tilráðingar, sum verða samtyktar í Norðurlandaráðnum, verða fylgdar upp og settar í verk í teimum ymisku norðurlendsku londunum. Føroysku limirnir nýttu høvið at greiða forseta og varaforseta Norðurlandaráðsins frá, hvussu tilráðingarnar verða viðgjørdar í Løgtinginum – ein viðgerð, sum er gjølligari og meira víðfevnd enn viðgerðin í hinum norðurlendsku parlamentunum. Vónandi kann føroyska skipanin geva íblástur til hini londini.
Onnur evni vórðu eisini umrødd á fundinum, eitt nú hvørjar serligar markaforðingar eru fyri Føroyar, og tað, at Føroyar, Grønland og Áland frá 1. januar 2026 hava fingið fastan sess í formansskapi Norðurlandaráðsins.
Næsti fundur í Norðurlandaráðnum verður í Roskilde í døgunum 23. og 24. februar 2026.