Frimodt Rasmussen fyri Bárð á Steig Nielsen
Løgtingsmaður Bárður á Steig Nielsen hevur í skrivi 21. februar boðað frá farloyvi úr Løgtinginum.
Hetta galdandi frá mánadegnum 23. februar 2026 og eina viku fram.
Næstvaldi á lista Sambandfloksins, Jaspur Langgaard, er burturstaddur. Triði persónur á lista Sambandsfloksins er Frimodt Rasmussen, sum tekur sæti hesa vikuna.