Frimodt Rasmussen fyri Jaspur Langgaard
Løgtingsmaður Jaspur Langgaard hevur í skrivi 30. Oktobur søkt um farloyvi úr Løgtinginum.
Hetta galdandi frá 4. Novembur, til løgtingsmaðurin boðar frá, at hann aftur tekur sæti.
Í hesum sambandi hevur næstvaldi á lista Sambandfloksins, Frimodt Rasmussen, tikið sæti á tingi. Tað varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.