Jubileumslogo Horisontalt (1)
12.09.2025

Fróðskaparsetur Føroya 60 ár

Fróðskaparsetur Føroya hevur í ár 60 ár á baki. Hetta varð hátíðarhildið á samkomu í Kongshøll fríggjadagin, 12. septembur. 

Vegna Løgtingið ynskti løgtingsforkvinnan, nú 60 ára gamla Fróðskaparsetri Føroya, eitt hjartaligt til lukku. Umframt at hon eisini ynskti teimum báðum nýggju heiðursdoktarunum, Ulrike Steuerwald og Guðni Thorlacius Jóhannesson, til lukku við heiðrinum.   

Røðan hjá løgtingsforkvinnuni kann lesast her. 

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Ulrike Steuerwald heiðursdoktara hjá Fróðskaparsetri Føroya
Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Ulrike Steuerwald, heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya. / Faroephoto. 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur røðu til 60 ára føðingardagshaldið hjá Fróðskaparsetri Føroya
Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, ber fram røðu vegna Løgtingið, nú Fróðskaparsetur Føroya kann hátíðarhalda 60 ára føðingardag. / Faroephoto.

Guðni Thorlacius Jóhannesson, heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Ulrike Steuerwald, heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya
Mynd: Guðni Thorlacius Jóhannesson, heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Ulrike Steuerwald, heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya. / Løgtingið.