
Grønlendski landsstýrisformaðurin vitjar Løgtingið
Leygardagin, 11. juni vitjaði grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede Løgtingið saman við løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sum var vertur fyri vitjanina, tók ímóti gestunum. Løgtingsformaðurin vísti runt í tingsalinum og hølum tingsins, og greitt varð frá løgtingsarbeiðinum, bæði politiskt og í løgtingsumsitingini. Aftaná frágreiðingina beyð løgtingsformaðurin til ábit í Løgtinginum.