Helgi
Mynd: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, uttanfyri kongressbygninin í Washingthon, D.C.
07.10.2026

Helgi Abrahamsen luttikið á ST - aðalfundi

Í septembur mánaði var Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum umboð fyri Løgtingið, á ST - aðalfundi í USA.  

Um túrin greiðir Helgi Abrahamsen soleiðis frá: 

ST leitar eftir nýggjum aðalskrivara

Tvey mál fylla nógv millum limalondini í ST í løtuni. Annað er, at nýggjur aðalskrivari skal veljast áðrenn ársskiftið, og hitt er spurningurin um nýskipanir av felagsskapinum.

Í seinnu helvt av september var eg, saman við donskum fólkatingslimum, á vitjan í USA í sambandi við ST-aðalfundin. Her er ein stutt frásøgn frá túrinum:

Leita eftir nýggjum aðalskrivara

ST-aðalskrivarin seinastu tíggju árini, Antonio Guterres, leggur frá sær á nýggjárinum, og nýggjur aðalskrivari skal finnast í hansara stað.

Antonio Guterres er níggjundi aðalskrivarin í ST, og framvegis hevur eingin kvinna sitið í sessinum. Tí er tað eitt ynski frá fleiri londum, at nýggi aðalskrivarin skal vera ein kvinna. Samtíðis er kapping millum heimspartarnar um, hvør skal eiga aðalskrivaran.

Tað er Trygdarráðið, sum ger innstillingina áðrenn valið, og har er avbjóðingin, at stóru londini hava veto-rætt, so líkamikið hvør er í uppskoti, so skulu USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland góðkenna valið. Uttan undirtøku frá øllum hesum londunum, verður viðkomandi ikki valevni, og harvið heldur ikki aðalskrivari.

Fleiri kvinnur hava verið nevndar sum møguligir aðalskrivarar, og fleiri hava sagt, at Latínamerika nú eigur túrin at fáa aðalskrivaran, men onkrar av kvinnunum haðani, sum hava verið nevndar, hava seinni tikið seg aftur. Onkur er tó framvegis í uppskoti.

Tungt at gera nýskipanir

ST hevur nú virkað í meira enn 80 ár, og framvegis byggir felagsskapurin á støðuna, sum heimurin var í fyri 80 árum síðani. Tey londini sum vóru “týdningarmest” tá stýra framvegis ST, meðan onnur lond, sum hava vaksið seg sterk, hava bert avmarkað vald. Eitt dømi er Týskland, sum í 1945 skuldi reisa seg aftur úr rúkandi toftunum eftir 2. heimsbardaga. Týskland hevur í dag ein sterkan búskap, og telist millum londini, sum rinda mest til ST, men landið hevur ikki fastan sess í Trygdarráðnum og hevur heldur ikki veto-rætt sum eitt nú grannalandið Frakland. Eisini verður spurnartekin sett við, hví einki land í Afrika hevur fastan sess í Trygdarráðnum.

Fíggjarliga gongur ikki væl hjá ST. Limalondini hava skyldu at rinda limagjald, men amerikanararnir vilja ikki gjalda alt tað, sum teir eiga, og kinesararnir vilja ikki gjalda, so leingi sum amerikanararnir ikki gjalda sín part.

Hetta gevur trupulleikar, tá fíggjarætlanir skulu gerast, tí inntøkurnar verða mettir eftir, hvussu nógv londini eiga at gjalda, men øll vita, at so nógvir pengar koma ikki inn. Tí er neyðugt at gera nýskipanir, fyri at fáa meira fyri pengarnar, men eisini tað gongur illa. Meira enn 40 stovnar eru undir ST, og aðalskrivarin hevur arbeitt við at gera seks samanleggingar av hesum stovnunum, men higartil hevur tað bara eydnast at gjøgnumføra ta einu samanleggingina.

Washington

Ferðin hjá okkum byrjaði í Washington, har vitjað varð í Kongressini og aðrastaðni. Miðvalini í november fylla nógv í løtuni (ikki so nógv millum vanliga fólkið í Washington, tí íbúgvarnir har hava ikki valrætt, men millum politikarar fyllir tað nógv).

Demokratarnir standa til at vinna Umboðsmannatingið og kanska eisini Senatið, men onkur heldur, at hóast hetta, so er ikki óhugsandi, at Republikanararnir kunnu vinna komandi forsetaval, sum verður um tvey ár. Ein orsøk er, at Demokratarnir hava framvegis ikki funnið nakað valevni til forsetavalið, og flokkurin sær ikki út til at hava nakran veruligan leiðara. Veljarar sum umhugsa at velja Demokratarnar spyrja eisini, um Demokratarnir kunnu finna uppá at arbeiða fyri, at eitt nú menn kunnu luttaka í kvinnuítrótti. Spurningar av hesum slagnum eru avgerandi fyri, hvussu nógvir amerikanarar velja.

Ein spurningur sum fer at hava stóra ávirkan á miðvalini eru prísirnir – serliga oljuprísirnir. Amerikanarar ferðast rættiliga nógv, og bilarnir eru ikki orkusparnir. Donald Trump hevur valt at brúka av oljugoymslunum, fyri at halda prísunum niðri, men goymslurnar eru ikki stórar. Ein fíggjarserfrøðingur sum vit tosaðu við segði, at goymslurnar røkka júst til miðvalini, men ikki longur enn tað. Um eingin loysn finst á kreppuni í Hormuz sundinum innan ta tíð, so kann roknast við, at oljuprísirnir í øllum heiminum fara at hækka tá.

Samanumtikið kann sigast, at ferðin í USA var bæði spennandi og lærurík, og eg eri sera takksamur fyri at hava fingið møguleikan at vera við á einum slíkum túri.