Hermann Samuelsen Fyri Annu Falkenberg
Mynd: Hermann Samuelsen og Anna Falkenberg tingfólk
20.04.2026

Hermann Samuelsen fyri Annu Falkenberg

Løgtingskvinna, Anna Falkenberg hevur í skrivi, dagfest 13. apríl 2026, biðið um farloyvi í samband við at hon tekur sæti á Fólkatingi. Samstundis hevur løgtingskvinnan biðið um at lata næsta fólk á lista Sambandfloksins taka sæti á tingi. 

Hetta galdandi frá 20. apríl 2026, til løgtingskvinnan boðar frá, at hon aftur tekur sæti. 

Næstur á lista Sambandfloksins er Hermann Samuelsen, sum í hesum sambandi hevur tikið sæti á tingi.