Írski sendiharrin vitjað formannin í Uttanlandsnevndini
Írski sendiharrin í Keypmannahavn, Kyle O’Sullivan, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Í hesum sambandi hitti hann eisini formannin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen.
Sendiharrin vitjar í Føroyum í sambandi við, at Írland frá 1. juli 2026 tekur við formansskapinum í Ráðnum í Evropeiska Samveldinum (ES). Írland er í ferð við at leggja til rættis skránna og arbeiðið fyri komandi formansskapin.
Í hesum sambandi legði formaðurin í Uttanlandsnevndini dent á ynskið hjá Føroyum um at fáa ein fríhandilssáttmála í lag við ES.
Onnur áhugaverd evni vórðu eisini tikin upp á fundinum, eitt nú støðan viðvíkjandi føroyskum limaskapi í Heimshandilsstovninum (WTO). Týdningurin av limaskapi í egnum navni varð umrøddur.
Harafturat skiftu sendiharrin og formaðurin í Uttanlandsnevndini orð um Erasmus+-skipanina, sum Føroyar enn ikki eru vorðnar partur av.