Íslendski forsetin vitjaði í Løgtinginum
Á almennu vitjan sínari í Føroyum, vitjaði íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, eisini í Løgtinginum.
Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, tók ímóti teimum og vísti teimum Løgtingið.
Heilsað varð uppá formansskapin í Løgtinginum, og síðan varð farið í tingsalin. Har helt løgtingsformaðurin eina røðu fyri forsetanum.
Røðan, sum løgtingsformaðurin helt fyri íslendska forsetanum kann lesast her.
Halla Tómasdóttir varð vald til forseta Íslands í 2024 og tók við embætinum 1. august 2024. Hon er útbúgvin innan vinnu og leiðslu og hevur starvast bæði í Íslandi og uttanlands.