Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannesen á Norðurlandaráðsfundi

07.09.2022

Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannesen, føroysku tinglimirnir í Norðurlandaráðnum, luttaka í hesum døgum á fundum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík.

Á felagsfundi týsdagin 6. september var pallborðsfundur við gestum úr Ukraina, Russlandi og Hvítarusslandi, har støðan í heiminum varð viðgjørd. Harumframt eru nevndarfundir á skránni, har føroysku ráðslimirnir fara at viðgera m.a. orkupolitikk, vælferðarsamfelagið, ferðavinnu og javnstøðupolitikk í norðanlondum. Eisini verður fíggjarætlanin fyri ráðið umrødd.