Javnstøða í Løgtinginum

29.07.2023

Ólavsøkudag 2023 komu broytingarnar í gildi, sum Løgtingið fyrr í ár samtykti at gera í Tingskipanini. Hetta bleiv gjørt við løgtingsmáli nr. 70/2022, sum ein samdur formansskapur í Løgtinginum tók stig til at gera. Hetta merkir, at tingfólk á tingi nú formliga eita ávikavist løgtingsmaður ella løgtingskvinna, eins og landsstýrisfólk verða nevnd landsstýrismaður ella landsstýriskvinna. Hetta merkir eisini, at Bjørt Samuelsen nú kann nevna seg løgtingsforkvinna, eins og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur nú er 3. næstforkvinna í Løgtinginum. Í formansskapinum sita umframt tær báðar eisini Jóhannis Joensen, sum er 1. næstformaður og Johan Dahl, sum er 2. næstformaður. Formansskapurin helt tað vera neyðugt, at fáa starvsheitini broytt formliga, soleiðis at hesi samsvara við vanliga málburðin í tinginum og umrøðuna millum fólk annars.