
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður verið á Norðurlandaráðsfundi
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður hevur í døgunum 1.-2. novembur umboðað Løgtingið á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki.
Umframt at luttaka á sjálvum Norðurlandaráðsfundinum, hevur hann eisini luttikið í borðhaldi hjá finska forssetanum, Sauli Niinistö, og verið á fundi við tingformenninar í hinum norðanlondunum.
Norðurlendsku tingformenninir hittast á hvørjum ári í sambandi við Norðurlandaráðsfundin at umrøða mál av felags áhuga fyri tingarbeiðið í londunum.