Jørgen Niclasen nýggjur formaður í Útnorðurráðnum
Føroyar taka við formansskapinum í Útnorðurráðnum komandi árið. Jørgen Niclasen verður formaður, Pipaluk Lynge 1. næstforkvinna og Jón Gnarr 2. næstformaður. Formansskapurin varð valdur á 42. ársfundinum hjá ráðnum, sum verður hildin á Akureyri í Íslandi í hesum døgum.
Útnorðurráðið er mannað við seks tinglimum úr hvørjum av teimum trimum londunum í útnorðri: Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum saman við politikarum og gestum úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum viðger ráðið mál, sum hava felags áhuga fyri londini í útnorðri.
Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum
Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva umrøðu á ársfundinum, har formansskapurin eisini legði eina tilráðing um málið fram.
Ein týðandi partur av umrøðuni snúði seg um avbjóðingarnar, sum nýtsla av snildfon hjá børnum og ungum hevur við sær. Royndir við at banna snildfonum, eitt nú í skúlum, hava víst góð úrslit fyri sálarligu og sosialu heilsuna hjá børnum.
Ráðslimirnir vóru samdir um, at vælferðin hjá børnum og ungum í útnorðri hevur so stóran týdning, at londini eiga at bera skjótt at.
Snyrilsmálið í Grønlandi
Sonevnda snyrilsmálið í Grønlandi varð eisini umrøtt á ársfundinum. Stutt undan fundinum vórðu tvær frágreiðingar um málið almannakunngjørdar. Málið hevur serligan týdning fyri grønlendingar, og tinglimirnir á ársfundinum vístu grønlendingum sín stuðul og vónaðu, at partarnir finna eina virðiliga loysn.
Fýra tilráðingar samtyktar
Á ársfundinum vórðu fýra tilráðingar lagdar fram. Tær snúgva seg um:
- samstarv um mentanararv í útnorðri
- samstarv um at verja AMOC-havstreymin
- at skapa nýggja vón fyri vælferðina hjá ungum í útnorðri
- stuðul til samstarv millum queer-felagsskapir í útnorðri
Allar fýra tilráðingarnar vórðu samtyktar. Tann síðsta varð tó ikki einmælt samtykt.
Føroyar taka við formansskapinum
Á ársfundinum varð nýggjur formansskapur valdur fyri komandi árið. Jørgen Niclasen varð valdur til formann, Pipaluk Lynge til 1. næstforkvinnu og fráfarandi formaðurin, Jón Gnarr, til 2. næstformann.
Eftir uppskoti úr Føroyum verður evnið hjá Útnorðurráðnum í komandi virksemisári „Geopolitiska støðan í Norðuratlantshavi“.
Útnorðurráðið hittist aftur tíðliga næsta ár á árligu evnisráðstevnuni, sum hesa ferð verður í Grønlandi. Tá verður evnið viðgjørt við fyrilestrum og kjaki.

Mynd: Føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum í mentanarhúsinum Hof á Akureyri.

Mynd: Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA og Hanna í Horni, sendikvinna Føroya í Íslandi.

Mynd: Dagbjørt Hákonardóttir, limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, Jørgen Niclasen, formaður í Útnorðurráðnum og Lárus Valgarðsson, aðalskrivari í Útnorðurráðnum.