DSC 0109
Mynd: Peter Østergård, maður løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hansara hátign, hennara hátign og hennara kongliga tign, Josefina prinsessa
11.06.2025

Kongshjúnini og hennara kongliga tign, Josefina prinsessa, vitjaðu Løgtingið í dag

Kongshjúnini og hennara kongliga tign, Josefina prinsessa, vitjaðu Løgtingið í dag. Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, tók ímóti teimum og vísti teimum Løgtingið. 

Heilsað varð uppá formansskapin í Løgtinginum, og síðan varð farið í móttøkuhølini. Har helt løgtingsforkvinnan eina røðu fyri kongshjúnunum og hennara kongligu tign, Josefinu prinsessu. 
Síðan fingu løgtingsfólk møguleika at heilsa upp á kongshjúnini. 

Røðan hjá løgtingsforkvinnuni kann lesast her.  


Mynd: 11 ára gamla Celina Isaksen handar hennara hátign blómutyssi. Celina er ommudóttir Beintu Isaksen, sum hevur starvast fyri Løgtingið síðan 1988. 

 


Mynd: Í móttøkuhølunum hjá Løgtinginum var høvi hjá kongshjúnunum at heilsa uppá løgtingslimir.

 

Mynd: Hennara hátign í práti við løgtingslimirnar Beinir Johannesen, Eyðdis Hartmann Niclasen,
Anniku Olsen, Bárð á Lakjuni og Karlot Hergeirsson (við bakinum til). 

 


Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur røðu fyri kongshjúnunum og hennara kongligu tign, Josefinu prinsessu.

 


Mynd: Gávurnar, ið Løgtingið lat kongshjúnunum og hennara kongligu tign, Josefinu prinsessu, vóru prýði frá føroyska sniðgevanum Silvursnið.  

 

Myndirnar hevur Klara Johannesen tikið.