Limafeløg í MEGD vitja Løgtingið

14.06.2023

Umboð frá limafeløgum í MEGD vóru í gjár á vitjan í Løgtinginum. Bjørt Samuelsen, løgtingsformaður, hevði boðið feløgunum á vitjan, fyri at fáa íblástur um, hvørjar broytingar Løgtingið kann gera fyri at betra um atkomuviðurskiftini í tinginum, og eisini á heimasíðu Løgtingsins, soleiðis at øll fáa fylgt við løgtingsfundum og fáa kunna seg um tey ymisku málini, ið verða viðgjørd. Fleiri áhugaverd hugskot komu fram undir vitjanini.

Undan hesari vitjanini var Bjørt Samuelsen eisini á vitjan hjá Handicaporganisationernes Hus í Taastrup, ið verður mett at vera eitt hitt mest framkoma húsið í mun til atkomu fyri fólk við skerdum førleikum.

Formansskapurin hevur í dag gjørt av, at Løgtingið skal bøta um atkomuviðurskiftini í tinginum.