Beinir Samradingarleidari 43
Mynd: Beinir Johannesen, samráðingarleiðari og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna / Bjarni Árting Rubeksen, KVF.
30.03.2026

Løgmaður loystur úr embæti – Beinir Johannesen tilnevndur samráðingarleiðari

Leygarmorgunin 28. mars kl. 09.00 kom Aksel V. Johannesen, løgmaður á fund við løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, har hann heitti á hana um at verða loystur úr embæti. Løgmaður bleiv loystur úr embætinum, men fekk samsvarandi stýrisskipanarlógini § 31 samstundis álagt at verða starvandi løgmaður, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Hetta merkir, at løgmaður verður sitandi í embætinum, men tó uttan at hava nakrar politiskar heimildir, og tí heldur ikki at hava mandatið at skipa nýggja stjórn.

Løgtingsforkvinnan boðsendi síðan forfólkunum í øllum sjey flokkunum til samráðs eftir floksstødd. Byrjað varð kl. 11.00, og komu forfólkini á fund við løgtingsforkvinnuna við 15 minuttum millum hvørt samráð. Eftir at øll floksforfólkini høvdu peikað á Beinir Johannesen sum samráðingarleiðara, boðsendi løgtingsforkvinnan Beini Johannesen á fund kl. 13.15, har hann fekk handað eitt skriv við áheitan um at fara undir samráðingar at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning og í seinasta lagi 10. apríl, kl. 12.00 at boða forkvinnuni frá, hvørt hann kann vísa á løgmansevni, sum væntandi ikki fer at fáa 17 tingfólk ímóti sær við atkvøðugreiðslu á Løgtingi sambært § 28, stk. 3 í Stýrisskipanarlógini.

Beinir Johannesen hevur tí fram til 10. apríl at kanna, hvørjir møguligir samgongumøguleikar eru.

Nývalda tingið tekur sætið mánadagin 13. apríl, kl. 10.00 samsvarandi § 9, stk. 1 í stýrisskipanarlógini.