Løgtingið fingið nýggja heimasíðu

27.10.2020
Løgtingið hevur í dag fingið nýggja heimasíðu, sum Elektron hevur ment í samstarvi við Løgtingið.
Frambrotið við nýggju síðuni er, at almenningurin nú kann síggja øll orðaskiftini frá og við ólavsøku í ár sum videobrot á síðuni, eins og at røðaralistin sæst undir orðaskiftinum. Eisini hevur dentur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita í verandi og farnum tingmálum og nevndarmálum á hesari síðuni í mun til á teirri gomlu.

Næsta stig á heimasíðuni verður at finna eina loysn á gomlu orðaskiftunum, sum lutvíst ikki eru tøk ella ikki hava eina nøktandi góðsku.

Í oktober 2018 tók Løgtingið stig til at fara undir at gera eina nýggja kt-skipan til Løgtingið, sum fevnir um eina nýggja heimasíðu, eina umsitingarskipan til handfaring av øllum málum, sum koma til viðgerðar í tinginum umframt ein tingmannaglugga, sum verður arbeiðsamboðið hjá einstaka tingmanninum at røkja sítt starv í Løgtinginum. Hesar skipanir eru eisini knýttar at teirri skipanini, sum stýrir arbeiðinum í tingsalinum. Talan er tí um eina stóra og samansetta skipan, sum er gjørd til at nøkta tørvin hjá Løgtinginum.

Løgtingsumsitingin hevur nýtt nýggju umsitingarskipanina síðani á ólavsøku í ár. Tingmannagluggin verður tikin í nýtslu í næstum, og við honum fáa tingmenn eitt nýtt amboð, sum verður sera hent í teirra arbeiði.

Løgtingið fegnast um nýggju amboðini og um samstarvið við Elektron um hesa menningina.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður