Løgtingið hátíðarheldur Norðurlandadagin

23.03.2023

Í dag, 23. mars er Norðurlandadagur. Í hesum sambandi flaggar Løgtingið eisini við fløggunum hjá hinum norðurlondunum sunnan fyri Løgtingið.

Formansskapurin í Løgtinginum hevur tikið avgerð um, at flaggað verður hendan dagin, og at hendan flagging eisini skal halda fram komandi árini.

Bjørt Samuelsen, løgtingsformaður luttekur í dag á talgildum fundi við sínar norðurlendsku starvsfelagar, har tey umrøða ymisk mál av felags áhuga.

Somuleiðis luttaka umboð okkara í Norðurlandaráðnum, Erling Eidesgaard og Johan Dahl saman við øðrum limum í Norðurlandaráðnum á talgildum kjakfundum við miðnámsskúlanæmingar í hinum norðurlondunum. Sí meiri um hetta á nordeniskolen.org

Eisini ber til at fylgja øðrum norðurlendskum tiltøkum, ið eru við til at seta dám á dagin á www.norden.org