Logting (1)
07.09.2021

Løgtingið opið aftur

Formansskapurin í Løgtinginum hevur í dag gjørt av, at løgtingsfundir aftur vera almennir, nú so stórur partur av samfelagnum er koppsettur fyri Covid-19.

Heitt verður tó framvegis á tingmenn og øll onnur, sum koma í Løgtingið, um

• at hugsa um handreinføri

• at halda mest møguliga frástøðu

og

• ikki at taka í hondina á vitjandi