
Løgtingið opið aftur
Formansskapurin í Løgtinginum hevur í dag gjørt av, at løgtingsfundir aftur vera almennir, nú so stórur partur av samfelagnum er koppsettur fyri Covid-19. Heitt verður tó framvegis á tingmenn og øll onnur, sum koma í Løgtingið, um
• at hugsa um handreinføri
• at halda mest møguliga frástøðu, og
• ikki at taka í hondina á vitjandi