
Løgtingið sett
Ólavsøkudag setti løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, Løgtingið.
Sambært § 10, stk.1 í Stýrisskipanarlógini byrjar tingsetan ólavsøkudag og heldur fram til ólavsøkudag árið eftir. Ásett er í stk. 3, at tingið verður sett ólavsøkudag kl.13.00.
Mynd: løgtingsforkvinnan, løgtingslimir, løgmaður, landsstýrisfólk og ríkisumboðið á tinghúsvøllinum, ólavsøkudag 2025.
Í setanartalu sínari segði løgtingsforkvinnan millum annað:
"Løtan, á hvørjari ólavsøku, tá vit ganga úr Dómkirkjuni og niðan móti Løgtinginum, hoyra vakran kórsang og møta stóru mannfjøldini, er altíð serstøk og nemandi. Hon minnir okkum á ábyrgdina vit hava, at umsita álitið, ið okkum er givið, til gagns fyri land og fólk.
Hvussu nógv vit megna, tá vit lyfta í felag, gongur sjón fyri søgn. Tað skal vera mín vón, at felags stev til gagns fyri land og fólk verður kenningarmerkið hjá tingsetuni fyri framman."
Niðanfyri eru myndir frá degnum, sum myndamaðurin Gwenael Akira Helmsdal Carré hevur tikið.
Mynd: Formansskapurin løgtingsins. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Jóhannis Joensen, Bjørt Samuelsen og Johan Dahl.
Mynd: Biskupur, Jógvan Fríðriksson og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Mynd: Skrúðgongan við løgmanni, Aksel V. Johannensen, løgtingsforkvinnuni, Bjørt Samuelsen og biskupi, Jógvani Fríðriksson fremst.
Mynd: Marjun í Kálvalíð, prestur.
Mynd: Høgni Hoydal, løgtingslimur, uttanfyri Løgtingið.
Mynd: Michael Boolsen, fúti.
Mynd: Forsetin í Norðurlandaráðnum, Helené Bjørklund og Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum.
Fyrsti tingfundur er settur at verða 31. juli kl.10.00. Tá verður aðalorðaskifti um frágreiðing løgmans á ólavsøku 2025. Næst á skrá er val av tveimum limum og tveimum varalimum í Norðurlandaráðið og at enda verður framløga.