Løgtingið sett á ólavsøku 2022

29.07.2022

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setti Løgtingið við hesum orðum:

Tað er mær ein stórur heiður sum løgtingsformaður enn einaferð at bjóða vælkomið til eina nýggja tingsetu ólavsøkudag, henda søguliga hátíðardag hjá Løgtinginum og okkara fólkaræði.

Og hetta verður gjørt sambært § 10 í Stýrisskipan Føroya, sum sigur, at løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.

Tað er eisini sambært Stýrisskipan Føroya, at vit hava verið í kirkju í morgun. Í øðrum stykki í somu grein 10 stendur, at ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið.

Stýrisskipanin ásetur somuleiðis, at Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.

Og við hesum er tingið sett.

Eg fari at bjóða tingmonnum (kvinnum og monnum), løgmanni, landsstýrismonnum og ríkisumboðsmanni væl afturkomnum á ting.

Og tit, sum eru hjástødd her í salinum, og tit, sum fylgja við í sjónvarpi og útvarpi – hjartaliga vælkomin.

Tað er mín vón, at arbeiði okkara her á tingi fer at vera fólki og landi til frama – og mín bøn er, at Guds signing skal hvíla yvir tí arbeiði, sum Føroya fólk hevur valt okkum at gera.

Og mín vón er somuleiðis, at samstarvið millum okkum, sum virka her á tingi, skal vera gott innanhýsis, og at tað skal vera ein virðiligur og góður arbeiðstóni millum tingfólk.

- -   Eg fari síðani at geva løgmanni orðið.

Tað er jú eisini ásett í stýrisskipan okkara, at á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

So fær løgmaður orðið.