
Løgtingið sett ólavsøkudag
Ólavsøkudag kl 13, setti løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen Løgtingið við hesum orðum:
Tað er mær ein stórur heiður at bjóða vælkomin til eina nýggja tingsetu, hendan søguliga dagin hjá tjóð okkara. Fari at fyrst at ynskja tykkum øllum sum her eru, og føroyingum kring alt landið eina góða ólavsøku.
Sambært § 10, stk. 1 í Stýriskipanarlógini byrjar tingsetan ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.
Tað er eisini ásett í § 10, stk. 2, at farið verður í kirkju og gingið verður skrúðgongu.
Ásett er í stk. 3, at tingið verður sett ólavsøkudag kl. 13, og hervið er tingið sett !
Hjartaliga vælkomin aftur á ting, kæru tingfólk, løgmaður, landsstýrisfólk, ríkisumboðið og embætisfólk. Ein serstøk heilsan til forseta norðurlandaráðsins, Brindís Haraldsdóttir, sum vitjar Løgtingið á tjóðarhátíð okkara.
Vit fara í dag undir enn eina tingsetu, og kunnu vera takksom fyri, at vit liva í einum fólkaræði, hvørs grund er talufrælsi. Eitt fólkaræði, sum ikki er nøkur sjálvfylgja, men sum øll, og ikki minst vit fólkavaldu, hava eina serliga skyldu at verja.
Løtan, á hvørjari ólavsøku, í kirkjuni og tá vit ganga úr Dómkirkjuni og niðan móti Løgtinginum, hoyra vakran kórsang og møta stóru mannfjøldini, er altíð serstøk og nemandi. Hon minnir okkum á ábyrgdina vit hava, at umsita álitið, ið okkum er givið, til gagns fyri land og fólk.
Tað er mítt ynski, at tingarbeiðið hesa tingsetuna fer at ganga væl, og fer at verða góðum samstarvsanda og virðing fyri hvørjum øðrum.
...
Í § 12 í SSL er ásett, at á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Eg fari tí nú at geva løgmanni orðið.