Løgtingið stuðlar yvirlýsing um kríggið í Ukraina

29.03.2022

Formansskapurin í Løgtinginum hevur einmælt tikið undir við yvirlýsing frá Baltic Sea Parlamentary Conference samstarvinum, sum fordømir álopið hjá Russlandi á Ukraina og avleiðingarnar av hesum kríggi. BSPC er samstarv millum norðanlondini og londini rundan um baltiska havið. Løgtingið er umvegis Norðurlandaráðið limur í hesum samstarvi. Yvirlýsingin frá BSPC kann lesast her:

https://www.bspc.net/declaration-by-heads-of-bspc-delegations-on-the-war-in-ukraine-and-its-consequences-for-the-bspc-work/

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður