Ukraina 1
24.02.2025

Løgtingið sýnir samhuga við Ukraina

Í dag eru trý ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og síðani hevur ført eitt oyðileggjandi kríggj móti ukrainska fólkinum. Kríggið hevur kostað ómetaliga nógv mannalív, stóran materiellan skaða og hevur havt álvarsama ávirkan á frið og støðufesti í Evropa og í heiminum.

Í dag verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið. Formansskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna áhaldandi stuðul til Ukraina.

Við hesum vilja vit sýna okkara áhaldandi stuðul og samhuga við Ukraina, ukrainska fólkinum og ikki minst teimum ukrainsku flóttafólkunum, sum nú liva og virka í Føroyum. Flokkarnir á tingi hava allir staðið saman um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og at gera átøk at mótmæla krígnum, sum er eitt ógvusligt álop á frælsið og fólkaræðið hjá sjálvstøðugum tjóðum, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Løgtingforkvinnan hevur eisini í dag sent eina samhugaheilsan til Verkhovna Rada, fólkavalda tingið í Ukraina. Skrivið kann lesast her.