Løgtingið Í Samhuga Við Ukraina 2026
Mynd: Ukranska flaggið uttanfyri Løgtingið
24.02.2026

Løgtingið sýnir samhuga við Ukraina

Í dag eru fýra ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og sum síðani hevur ført eitt oyðileggjandi kríggj móti ukrainska fólkinum. Kríggið hevur kostað ómetaliga nógv mannalív, stóran materiellan skaða og hevur havt álvarsama ávirkan á frið og støðufesti í Evropa og í heiminum.

Í dag verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið. Formansskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna áhaldandi stuðul til Ukraina.

Við hesum vilja vit sýna okkara áhaldandi stuðul og samhuga við Ukraina, ukrainska fólkinum og ikki minst teimum ukrainsku flóttafólkunum, sum nú liva og virka í Føroyum.

Løgtingforkvinnan hevur eisini í dag sent eina samhugaheilsan til Verkhovna Rada, fólkavalda tingið í Ukraina. Skrivið kann lesast her.