
Løgtingið varpar tingfundir á egnari FM-rás
Tíðindaskriv
Løgtingið varpar tingfundir á egnari FM rás.
Formansskapurin í Løgtinginum samtykti í 2019 at senda sínar tingfundir á FM rás frá fyrst í 2020.
Tingfundirnir hava nú kunna hoyrst á føroyska veganetinum og eisini á havøkinum runt um Føroyar,
út á umleið 50 fjórðingar í eina tíð.
Hetta er eitt samstarv millum formansskapin í Løgtinginum og R2 Net Spf.
Tað eru fleiri nýggir sendarar settir upp kring landið við ymiskum frekvensum, men flestu nýggjaru
bil-útvarpstólini skifta automatiskt millum hesar.
Frekvensirnir eru:
• Suðurøki, 90.3 mhz.
• Miðøki, 89.5 mhz.
• Eysturøki, 98.3 mhz.
• Vesturøki, 88.3 mhz.
• Norðurøki, 91.3 mhz.
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður