Løgtingið verður sett mánadagin 13. apríl
Tá Løgtingið verður sett mánadagin 13. apríl kl.10.00, er tað elsti persónur á tingi, sum setir tingið. Tað merkir, at Jenis av Rana, sum er 73 ár, skal seta Løgtingið.
Tað er ásett í § 2 í Tingskipanini, at elsta fólk á tingi í aldri, aldursforfólkið, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á fimm av teimum valdu at kanna valbrøvini.
Tá hesi hava kannað valbrøvini, kanna tey í felag
- útskriftirnar úr gerðabókini hjá løgtingsvalnevndini,
- møguligar klagur um valið,
- at tey valdu hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum,
- at tey valdu ikki eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan, og
- um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í § 4, stk.1, í Stýrisskipanarlógini, tí viðkomandi er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein,
Tilmæli um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum verða munnliga løgd fyri tingið.
Tingið tekur tá avgerð bæði um at góðkenna valbrøvini og valúrslitið. Atkvøðast kann fyri ella ímóti.
Tá valbrøvini eru góðkend, eru tey valdu formliga løgtingsfólk og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum Stýrisskipanarlógin veitir teimum.
Aldursforfólkið krevur síðani av hvørjum løgtingsfólki, at tey við trú og heiður skriva undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í Stýrisskipanarlógini § 8, tey hava, og at tey játta at leggja hesi álitsstørv frá sær.
Aldursforfólkið lýsir síðani Løgtingið at vera sett.
Á sama fundi velur Løgtingið løgtingsformann og tríggjar næstformenn.