Løgtingsforkvinnan heilsaði Frederik kongi og Margrethe drotning

17.01.2024

Mánadagin 15.januar heilsaði løgtingsforkvinnan uppá nýinnsetta kong Frederik X. Hon varð boðin til móttøku í Landstingssalinum á Christiansborg, har høvið var at heilsa persónliga uppá kong. Løgtingsforkvinnan bar nýggja danska konginum eina heilsan frá Løgtinginum og ynskti honum við kongafamiljuni blíðan byr á leiðini. 

 

Móttøkan var í sambandi við at hátignirnar Frederik X kongur og Mary drotning saman við Margrethe II drotning vitjaðu í danska Fólkatinginum. Formaður fólkatingsins, Søren Gade og danska forsætisráðsfrúan Mette Frederiksen talaðu fyri nýggja konginum eins og forsætisráðsfrúan eftir gomlum siði las upp eina heilsan frá kongi til Fólkatingið.

 

Heilsan send kongshúsinum í sambandi við trónuskiftið

Sunnudagin 14. januar sendið løgtingsforkvinnan Margrethe drotning og Frederik kongi heilsanir frá løgtinginum. Tær ljóða soleiðis:  

Heilsan til Drotning Magrethu

Heilsan til Kongshjúnini

 

Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Aksel V. Johannesen, løgmaður á Christiansborg.