Løgtingsforkvinnan hitt starvsfelagar á Norðurlandaráðsfundi
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur í hesari vikuni luttikið á Norðurlandaráðsfundi í Stokkhólmi. Siðvenja er í sambandi við hesar fundir, at tingformenn- og kvinnur úr øllum Norðurlondum hittast at umrøða viðurskifti av týdningi fyri tingarbeiði í londunum.
Svenski tingformaðurin, Andreas Norlén, var vertur fyri fundirnar hesuferð.
Á fundunum umrøddu tingforfólkini eitt nú arbeiðið í tingsalinum, møguleikan hjá almenninginum at fylgja við í arbeiðinum og málburð innan- og uttanfyri tinggátt.
Tingforfólkini greiddu eisini frá støðuni í teirra tingum, eins og tey umrøddu støðuna í heiminum og møguleikan at halda tingfundir í kreppustøðum.
Hóast norðurlendsku tingini eru ógvuliga ymisk í stødd, so er tingarbeiðið sera meinlíkt í øllum londunum, og orðaskiftið tí áhugavert og gevandi fyri allar partar.

Mynd: Uttanfyri Ríkisdagi. Andreas Norlén, svenski tingformaðurin, tekur ímóti Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu. Foto: Melker Dahlstrand / Sveriges riksdag.

Mynd: Norðurlendsku tingfólkini saman við pólska tingformanninum. Frá vinstru: Þórunn Sveinbjarnardóttir, Jussi Halla-aho, Szymon Hołownia, Andreas Norlén, Jörgen Pettersson, Bjørt Samuelsen og Masud Gharahkhani. Foto: Melker Dahlstrand/Sveriges riksdag.