
Løgtingsforkvinnan luttikið á BSPC-fundi í Álandi
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur í døgunum 24.-26. august luttikið á BSPC-ráðstevnuni, sum varð hildin í álendska tinginum í Mariehamn.
BSPC (Baltic Sea Parliamentary Conference) er ein felagsskapur, mannaður við tinglimum úr øllum londunum í Norðurlandaráðnum saman við baltalondunum Estlandi, Lettlandi og Litava, umframt nøkrum landspartatingum í Póllandi og Týsklandi.
Á ráðstevnuni hesa ferð umrøddu tinglimirnir millum annað avbjóðingar innan umhvørvi, veitingartrygd, trygd og fólkaræði í hesum ótryggu tíðum í økinum við baltiska havið. Álopið hjá Russlandi á Ukraina, og tær avleiðingar hetta hevur fingið fyri trygdarstøðuna í heiminum, fylti nógv í kjakinum.
Eisini luttóku ungdómar úr ymsu londunum og økjunum, og greiddu frá teirra sjónarmiðum um framtíðina. Samrøðubólkar vórðu skipaðir til samtalur ímillum ættarlið, har løgtingsforkvinnan eisini luttók. Møguleikarnir at geva komandi ættarliðunum eina sterka rødd var millum evnini, umframt fleiri átøk at basa vaksandi sálarligu avbjóðingunum millum ung, og átøk at steðga veðurlagsbroytingunum.
Fremsti gestarøðarin til setanina var finski forsetin, Alexander Stubb. Millum gestarøðararnar var eisini Yulia Navalnaya, leiðari fyri ímóti-mutur felagsskapinum, ið maður hennara Alexei Navalny stovnaði. Navalny var kanska sjónligasti Putin kritikkari, áðrenn hann doyði í 2024.
Mynd: Yulia Navalnaya, leiðari fyri ímóti-mutur felagsskapinum, sum maður hennara Alexei Navalny stovnaði.
Føroyar eru, umvegis limaskapin í Norðurlandaráðnum, limur í BSPC. Tó hava Føroyar ikki raðfest luttøku í hesum samstarvi, og eru tað fleiri ár síðani Løgtingið seinast var umboðað. Í fjør skuldi BSPC halda fund í Føroyum, men hetta var avlýst orsakað av verkfallinum.
- Broytta heimsstøðan ger tað viðkomandi og týdningarmikið, at vit luttaka í samstarvi tvørturum landamørk, eisini á parlamentariskum støði. Her eru nógv týdningarmikil og álvarsom mál at taka støðu til, og vit eiga at vísa, at vit vilja verða við til at arbeiða fyri loysnunum. Ikki minst tá tað ræður um trygd og verju. Vit skulu vera við til at viðgera avbjóðingar og framtíðar loysnir, heldur løgtingsforkvinnan.
Eftir Áland hevur Slesvik-Holstein nú tikið við formansskapinum í BSPC. Í 2027 fær Ísland formansskapin.