55646765749 4A2cbbe7b2 O
Mynd: Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, í Samrøðusalinum á Christiansborg, har hann hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. Mynd: Fólkatingið/ Paw Ager
11.11.2026

Løgtingsformaðurin hitt ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj

Í sambandi við, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í dag hevur vitjað danska Fólkatingið, var løgtingsformaðurin boðin við. Har hitti hann forsetan og bar honum eina heilsan frá føroyska fólkinum við vón um, at kríggið skjótt fær ein enda. 

Eisini bar løgtingsformaðurin fram eina heilsan frá ukrainum, sum búgva í Føroyum, og vóna skjótt at sleppa heimaftur. 

Spurdur um, hvat ukrainum tørvar mest av hjálp úr Føroyum, nevndi Zelenskyj, at stórur tørvur er á neyðgeneratorum, vatni og heitum klæðum, nú kaldi veturin stendur fyri durum. 

Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, saman við løgtingsstjóranum, Johnhard Klettheyggj.
Mynd: Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, og løgtingsstjórin, Johnhard Klettheyggj, lýða á, meðan ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur røðu í Fólkatinginum. Mynd: Fólkatingið/ Villads Engel Pedersen


Mynd: Ukrainski forsetin, Volodymy Zelenskyj heldur røðu í Fólkatinginum. Mynd: Fólkatingið/ Villads Engel Pedersen