Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embætinum og hevur samrøður við floksformenn at finna samráðingarleiðara

12.12.2022

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður fer kl. 9 í morgun at loysa Bárð á Steig Nielsen, løgmann úr embæti. Samstundis verður álagt Bárði á Steig Nielsen at virka sum starvandi løgmaður, til nýggjur løgmaður er valdur.

 

Kl. 9:30 byrja samrøður við einstøku floksformenninar, sum umboða flokkarnar, ið vórðu valdir á ting á valinum hósdagin 8. desembur. Floksformenninir koma á fund við løgtingsformannin ein og ein eftir floksstødd. Tá samrøðurnar eru lidnar, fer løgtingsformaðurin at taka samanum og síðan at heita á ein teirra um at standa fyri samráðingunum at finna eitt løgmansevni at leggja fyri Løgtingið til atkvøðugreiðslu. Henda atkvøðugreiðsla verður á einum komandi løgtingsfundi, aftaná at nýggja Løgtingið hevur tikið við 22. desembur í ár. Uppskot um løgmansevni skal sambært stýrisskipanarlógini § 28, stk. 2 verða lagt fyri tingið innan 10 yrkadagar eftir, at fyrsti tingfundur hjá nýggja løgtinginum var eftir valið. Løgtingið skal sambært § 28, stk. 3 í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir hetta atkvøða um uppskotið.