Løgtingsformaðurin luttekur í hátíðarhaldi í Álandi
Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni luttekur í dag, 9. juni í stóra hátíðarhaldinum, sum er í Mariehamn í samband við, at Áland hátíðarheldur 100 ára sjálvstýri.
Í sambandi við stóra dagin hevur Løgtingið gjørt av eisini at flagga við álendska flagginum á serligari stong undir løgtingshúsinum. Kunning um hátíðarhaldið sæst á aland100.ax.