Løgtingsformaðurin luttikið á Norðurlandaráðsfundi
Í sambandi við Norðurlandaráðsfundin, sum er í Helsinki í Finnlandi í hesum døgum, hevur Johan Dahl, løgtingsformaður luttikið á fundum við starvsfelagar sínar úr hinum Norðurlondunum. Á hesum fundum umrøða tey serliga viðurskifti, sum viðvíkja tingarbeiðinum í teimum ymsu londunum, og ikki minst, hvussu støðan í heiminum ávirkar hetta.
Evnini á fundunum hesaferð hava serliga snúð seg um trygdina í Norðurlondum og viðurskiftini millum Evropa og Russland.
Løgtingsformaðurin var eisini við til setanina av Norðurlandaráðsfundinum, har spurningurin um føroyskan limaskap fekk drúgva umrøðu. Á fundinum við hinar tingformenninar vísti Johan Dahl á føroysku misnøgdina við, at arbeiðsbólkurin, sum varð settur av einum samdum Norðurlandaráði í 2024 til at finna eina loysn á spurninginum um føroyskan limaskap, enn ikki er komin á mál.

Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki í Finnlandi. Foto:Hanne Salonen / Finski ríkisdagurin