Att.Gmagjxsb7zldor4mvbin Xxny61rgq1shpq3nc0mfes
Mynd: Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri og Johan Dahl, løgtingsformaður á ES-ráðstevnu fyri parlamentsforfólk í Keypmannahavn / Løgtingið
05.05.2026

Løgtingsformaðurin luttók á ES-ráðstevnu fyri parlamentsforfólk

Vegna Løgtingið hevur løgtingsformaðurin, Johan Dahl, 3.–5. mai luttikið á ES ráðstevnu fyri parlamentsforfólk. ES-limalondini skiftast um vertsleiklutin, og hesa ferð var Danmark vertur. Hetta er fyrst ferð, at Føroyar luttaka.  

Í høvuðsheitum snúði ráðstevnan seg um trygdina í Evropa og fólkaræðisliga mótstøðuførið í okkara samfeløgum – í eini tíð, ið er merkt av villleiðandi upplýsingum og minkandi áliti á stovnar.

- Tað hevur alstóran týdning, at vit sum parlamentariskir leiðarar kunnu hittast og kjakast um, hvussu vit verja fólkaræði og tryggja støðufesti í eini óvissari tíð. Somuleiðis var gott at fáa staðfest, at hóast vit eru ymisk, standa vit saman um tey grundleggjandi virðini, sum eru grundarlagið undir einum tryggum Evropa, sigur Johan Dahl, løgtingsformaður.

 


Mynd: Andreas Bovenschulte, forseti í Bundesrat í Týsklandi og Johan Dahl, løgtingsformaður / Fólkatingið.


Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, saman við ukrainska starvsbróður sínum, Ruslan Stefanchuck / Løgtingið.  


Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, Vincent Blondel, forseti í Senatinum í Belgia og Fríðrikur kongur / Fólkatingið.  


Mynd: Parlamentsforfólkini til móttøku á Christiansborg / Fólkatingið.