IMG 0702
Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, Anna Falkenberg, føroyskur fólkatingslimur, og Beinir Johannesen, løgmaður.
06.10.2026

Løgtingsformaðurin verið til setanina av Fólkatinginum

Eins og siðvenja er, hevur løgtingsformaðurin, Johan Dahl, verið til setanina av Fólkatinginum, sum var í gjár, 6. oktobur.

Byrjað varð við gudstænastu í Christiansborg Slotskirke í Keypmannahavn. Síðan var sjálv setanin í Fólkatinginum. 

Løgtingsformaðurin varð síðan boðin til miðmála við nýggja formansskapinum og øðrum formonnum, sum hava verið í Fólkatinginum.