
Løgtingsins Fíggjarnevnd á vitjan í Norðoyggjum
Fíggjarnevndin var tann 4. mars 2025 á vitjan í Norðoyggjum.
Á ferðini varð vitjað á Tekniska Skúla í Klaksvík fyri at frætta um komandi útbyggingina av aulu til skúlan. Somuleiðis varð vitjað á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har kunnað varð um verkætlanina við Gula húsinum, ið nú er liðug og um komandi verkætlan at umvæla og umbyggja starvsfólkabygningin. Verklagslógir um hesar byggiverkætlaninar verða viðgjørdar í Løgtinginum í vár, og tí metti nevndin, at tað var áhugavert at vera á staðnum og fáa kunningina har. Nýggi Húsarhaldsskúlin er um at vera klárur at taka í nýtslu, og nevndin fekk kunning og slapp at síggja nýggja bygningin.
At enda varð vitjað í Íverksetarahúsinum fyri at frætta um tað nýggjasta innan íverksetan, og hvat politiska skipanin kann gera fyri at stuðla undir íverksetan.