Løgtingsins Fíggjarnevnd verið á kunningarferð í Sveis

06.10.2022

Í næstsíðstu viku var Fíggjarnevnd Løgtingsins á vitjan í Sveis og kunnaði seg um sveisiska búskapin og fíggjarpolitisku viðurskiftini í landinum.

Sveis er eitt sera framkomið land í nógvar mátar, men stýrisskipanarliga er tað uppbygt á ein heilt øðrvísi hátt enn Føroyar við beinleiðis fólkaræði. Øll lógaruppskot kunnu koma til fólkaatkvøðu, og tí verða fólkaatkvøður javnan hildnar, á leið fýra ferðir árliga, har fólkið skal taka støðu til eina røð av lógaruppskotum.

Á ferðini hevði nevndin eitt nú fundir við fíggjarnevndina í sveisiska tinginum, umboð fyri landspartastjórnirnar og sveisiska stórbankan, Credit Suisse. Fundur var eisini við tankasmiðjuna, Foraus, sum er ein felagsskapur av sveisiskum lesandi, ið m.a. greinar uttanríkis- og búskaparviðurskifti.

Umframt fundir var nevndin eisini á nøkrum vitjanum. Vitjað varð á norsku sendistovuni í Zürich, har nevndin fekk orð á sendikvinnuna, Kjersti Rødsmoen, og á danska konsulátinum í Zürich, har hon fekk eina framløgu frá danska konslinum, Tim Marschall, um sveisisk viðurskifti sæð við donskum eygum.

Eisini varð vitjað á fyritøkuni Bitcoin Suisse, sum Niklas Nikolajsen von Karlshof, sum er av føroyskari ætt, stovnaði í Zug í 2013, og sum í dag er heimsins størsti pallur fyri handil við kryptogjaldoyra.

Ferðin var sera væleydnað og fekk nevndin nógv burturúr. Fundirnir og vitjanirnar góvu gott innlit í politisku og fíggjarligu viðurskiftini í landinum, og samstundis evni til umhugsanar um, hvussu tað ber til at skipa seg á ein øðrvísi hátt, enn vit gera her heima hjá okkum.