
Løgtingsins umboðsmaður handað ársfrágreiðing fyri 2023
Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður, hevur handað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu ársfrágreiðing hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2023.
Í frágreiðingini verður lýst virksemið í farna ári, eitt nú klagur, viðgerðir og liðugt avgreidd mál. Í frágreiðingini eru eisini frásagnir um ymisk mál, umframt hagtøl yvir klagur og málsøki.
94 klagur komu til Løgtingsins umboðsmann í fjør, harav 81 vórðu endaliga avgreiddar innan árslok. Flestu innkomnu klagur vóru á málsøkjunum “Umhvørvis-, byggi- og leigumál og friðing” og “Børn og ung”.
Eftir ólavssøku leggur løgtingsforkvinnan vegna formansskapurin fyri tingið eitt uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2023.