
Løgtingstíðindi aftur tøk á heimasíðuni
Gomlu løgtingstíðindini frá 1880 - 1997 eru nú aftur tøk á heimasíðu okkara.
Skipanin er flutt á annan servara, og útgávan av løgtingstíðindunum er nú meir brúkaravinarlig enn frammanundan. Nú er møguligt at fara inn á einstaka tingárið, sum er savnað í einum skjali. Hetta ger tað lættari at leita enn frammanundan, tá klikkjast mátti síðu fyri síðu.
Hóast talan er um gomul skjøl og ikki so góða myndagóðsku, ber í flestu førum eisini til at leita upp á orð í skjølunum. Leitifunkan hevur OCR - skanning av skjølum, og bøtir hetta um møguleikan at leita í tilfarinum, tó soleiðis at leitast bert kann fyri hvørt ár.