
Málningur av fyrrverandi løgtingsformanni, Páll á Reynatúgvu, verður avdúkaður
Í morgin 10. septembur 2025, kl.14.00, verður málningurin av fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu, avdúkaður. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer at avdúka málningin.
Páll á Reynatúgvu sat sum løgtingsformaður í tíðarskeiðinum frá 2015 til 2019.
Formansskapurin í Løgtinginum hevur áður gjørt av, at málningar verða gjørdir av øllum løgtingsformonnum og kvinnum, sum hava sitið í embætinum, síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995. Tey, sum eru avmyndað higartil, eru Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11) og Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22). Málningurin av Páll á Reynatúgvu kemur sostatt at hanga saman við málningunum av áðurnevndu løgtingsformonnum og løgtingsforkvinnu, í gongini á 2. hædd í Løgtinginum.
Skipanin er tann, at fyrrverandi tingformaðurin sjálvur velur málaran, og uppgávan verður avtalað millum verandi løgtingsforkvinnu, fyrrverandi løgtingsformannin og listamálaran, áðrenn arbeiðið fer í gongd.
Tað er listamaðurin Tórbjørn Olsen, sum hevur gjørt listaverkið.