Málningur av Jógvan á Lakjuni avdúkaður

15.05.2023

Á lítlari samkomu í Løgtinginum fríggjadagin, 12. mai avdúkaði Bjørt Samuelsen, løgtingsformaður málning av Jógvani á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformanni. Talan er um málning, sum listamaðurin Sámal Toftanes hevur málað í 2017, men sum hevur bíðað, m.a. tí, at Jógvan aftur gjørdist løgtingsformaður í 2019-2022. Á samkomuni helt Bjørt Samuelsen røðu fyri Jógvani á Lakjuni, sum eisini helt eina takkarrøðu, eins og onkur tónleikainnsløg vóru.

Formansskapurin í Løgtinginum hevur áður gjørt av, at málningar verða gjørdir av øllum løgtingsformonnum, sum hava sitið í embætinum, síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995. Tey, sum eru avmyndað higartil, eru sostatt Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11), Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22). Næstur í røðini er Páll á Reynatúgvu, sum var tingformaður 2015-19.

Skipanin er tann, at fyrrverandi tingformaðurin sjálvur velur málaran, og uppgávan verður avtalað millum verandi løgtingsformann, fyrrverandi tingformannin og listamálaran, áðrenn arbeiðið fer í gongd.