10Sep25 B3A5425
Myndir: Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformaður / Faroephoto
11.09.2025

Málningurin av Pálli á Reynatúgvu avdúkaður

Á samkomu í Løgtinginum í gjár, 10. septembur, avdúkaði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, saman við Johnhardi Klettheyggj, stjóra, málningin av Pálli á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformanni. 

Tað var tann 15. septembur í 2015 at Páll á Reynatúgvu gjørdist løgtingsformaður. Páll á Reynatúgvu sat frá 2015 til 2019. 

Á samkomuni í Løgtinginum helt Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna eina røðu, eins og Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformaður, sjálvur eisini helt eina takkarrøðu. Inga Laksáfoss Simonsen, klaverleikari, spældi klavertónleik hesa løtuna. 

Tað er listamaðurin, Torbjørn Olsen, sum hevur gjørt listaverkið av Pálli á Reynatúgvu. 

Í røðu sínari segði løgtingsforkvinnan millum annað:

"Páll á Reynatúgvu var ein tingformaður, sum hevði sum mál at lyfta og menna tingið. Hann gekk høgt upp í, at Løgtingið og landsstýrið virdu skipanina rundan um tingið, og at bæði vístu virðing, hvør fyri øðrum.
Páll skal fleiri ferðir hava tikið til, at tað var undranarvert, at Fótbóltssambandið hevði eina umsiting, sum var størri enn tann hjá Løgtinginum. Undir hansara leiðslu blivu stig tikin at styrkja umsitingina, eins og núverandi formansskapur heldur áfram við."

Les røðuna her.

Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen helt eina røðu.
Mynd: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur røðu. 

Páll á Reynatúgvu, landsstýris- og løgtingsfólk aftanfyri.
Mynd: Páll á Reynatúgvu, landsstýris- og løgtingsfólk, og familja í bakgrundini. 

Johnhard Klettheyggj, stjóri og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna avdúka málningin av Pálli av Reynatúgvu.
Mynd: Johnhard Klettheyggj, stjóri í Løgtinginum og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna
avdúka málningin av fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu. 

Páll á Reynatúgvu helt sjálvur eisini eina røðu
Mynd: Páll á Reynatúgvu, helt sjálvur eina takkarrøðu. 

Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformaður og Torbjørn Olsen, listamaður
Mynd: Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformaður saman við listamanninum Torbjørn Olsen, sum hevur gjørt listaverkið. 

 

Tey, sum nú eru avmyndaði og hanga í gongini í 2. hædd í Løgtinginum, eru Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11), Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22). Og nú eisini Páll á Reynatúgvu, sum var løgtingsformaður 2015 til 2019.