Mentanarnevndin á vitjan á Glasi
Løgtingsins Mentanarnevnd var í gjár, 6. oktobur, á vitjan á Glasi.
Á Glasi ber í høvuðsheitum til at útbúgva seg innan trý ymisk útbúgvingarsløg. Tey eru gymnasialt miðnám, yrkisnám og hægri nám.
Á Glasi ganga omanfyri 1700 næmingar, sum svarar til umleið tveir triðingar av øllum miðnámsskúlanæmingum í Føroyum. Av hesum ganga oman fyri 900 næmingar á gymnasialum miðnámi. Her kunnu næmingar velja ímillum ymiskar breytir, harímillum eisini ein autismuflokk.
Á yrkisnámi, sum eru útbúgvingar við lærusáttmálum, eru á leið 550 næmingar tilknýtt. Á leið 250 næmingar ganga samstundis á yrkisnámi á Glasi.
Á hægri námi, sum fyri tað mesta heldur til í reyða bygninginum, eru á leið 200 lesandi.
Glasir hevur eisini gymnasiala serbreyt fyri ung við serligum tørvi. Harumframt bjóðað tey, triðja árið á rað, FSA - føroyskt, sum annaðmál. Í ár byrjaðu 160 næmingar, sum koma úr 40 ymiskum londum.
Glasir, saman við Fróðskaparsetrinum, arbeiðir í løtuni við at skipa eina bachelor útbúgving í HA, sum tey eftir ætlan bjóða út komandi ár.

Mynd: Una Joensen, rektari á Glasi.